Sigursgongdin hjá hoyvíkskvinnum heldur fram. Í dag vann H71 greiðan 31-23 sigur á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini á útivølli í høllini á Hálsi í Havn.
Seinna hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 19, og er H71 greiður favorittur nú at vinna seg í steypafinaluna. FM1 sigur sjálvandi frá tí dystinum eisini.
Frá løtuni tá H71 rykti frá 2-2 til 6-2 leiðslu vóru tær omaná í dystinum, og í steðginum var H71 á odda 16-10. Móti dystarenda gekk nakað frægari hjá Neistanum, og ein munur uppá 11 mál bleiv minkaður niður í átta mál.
HER ber til frá trok.fo at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 gjørdi við Brynju Høj hjá Neistanum og Janu Mittún hjá H71. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Claus Rasmussen, viðmerkjara. Fremst hoyrist seinasta løtan av dystinum.
Neistin-H71 23-31 (10-16)
Málskjúttar Neistin: Maria P. Nólsoy 6, Nada Pejovic 5, Petra A. Larsen 3, Ingunn Persson 2, Sólbjørt Høj 2, Lea Mohr 2, Sára S. Mikkelsen 2, Bjørk F. Joensen 1.
Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 10, Jana Mittún 7, Brynhild Pálsdóttir 5, Rannvá Olsen 4, Eva Barba Arge 2, Lív B. Zachariassen 2, Vár B. Zachariassen 1.