##med2##
Millum 1983 og 1987 spældi enski áleyparin, Julian Barnett við Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Hann gjørdist sera væl umtóktur í Vejle hesi árini. Við 56 málum í 181 dystum átti hann sín stóra leiklut í, at Vejle gjørdist danmarksmeistari í 1985. Millum liðfelagarnar í tíðini í Vejle var Allan Simonsen, ið seinni gjørdist føroyskur landsliðsvenjari.
Til hendan dag hevur Julian Barnett átt metið sum útlendingurin, ið hevur leikt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.
Tað metið stendur nú fyri falli.
Viljormur í Heiðunum Davidsen hevur higartil spælt 179 dystir fyri Vejle. Viljormur manglar sostatt bara tveir dystir fyri at javna metið hjá Julian Barnett, og tríggjar dystir fyri at eiga metið einsamallur sum tann útlendingurin, ið hevur spælt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.
Viljormur dylur ikki, at hetta metið átti sín lut í, at hann valdi ikki at fara til Silkeborg ella til Esbjerg, og valdi at taka dystin upp og stríðast fyri at sleppa á liðið aftur.
Viljormur greiðir frá, at nú byrjar áhugin fyri metinum millum viðhaldsfólk hjá Vejle o.o. sum varða av felagnum at vaksa.
Viljormur var uttanfyri hópin. Gjørdist so partur av superliga-hópinum, men slapp ikki á vøllin, men slapp so loksins á vøllin í dystinum móti Randers FC á útivølli farna vikuskiftið, og móti Hvidovre í donsku steypakappingini farna mikukvøld.
Í morgin spælir Vejle móti Lyngby á útivølli í dysti í superliguni. Fær Viljormur spælitið í morgin er hann bert ein dyst frá metinum.
Hoyr samrøðu FM1 gjørdi við Viljorm í Heiðunum Davidsen fyrr í dag á ljóðfíluni omanfyri.