FM1: Mikkjal kann betri liva við javnleikinum enn Jóhan Petur

(FM1) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og KÍ um málleysa oddadystin í Sarpugerði

##med2##

 

Tvey tey bestu liðini í Betrideildini, Víkingur og KÍ megnaðu ikki at skora í oddauppgerðini í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. KÍ kann tó betri liva við javnleikinum enn Víkingur. KÍ er við 31 stigum framvegis seks stig frammanfyri Víking á stigatalvuni. 

 

Víkingur-KÍ 0-0

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar, Mikkjal Thomassen hjá KÍ og Jóhan Petur Poulsen hjá Víkingi aftaná dystin. 

 

Mikkjal Thomassen staðfestir, at Víkingur megnaðu at koma í vandamiklar støður orsaka av mistøkum sum KÍ-leikararnir gjørdu, og tað er avgjørt minni gott. Mikkjal kann tó liva við javnleikinum.

 

Jóhan Petur Poulsen er nøgdur við avrikið og spælið hjá sínum monnum, men iðrar seg um, at teir ikki megnaðu at gagnnýta málmøguleikarnar teir fingu, og harvið tryggja Víkingi ein sigur. 

 

Samrøður: Mikkjal Thomassen og Jóhan Petur Poulsen

Samrøður: Mikkjal Thomassen og Jóhan Petur Poulsen