##med2##
Í hesi løtu spælir HB seinasta dystin í landskappingini á Tórsvølli ímóti ÍF. Tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum skrivaði danski HB-áleyparin, Mikkel Dahl søgu við at skjóta mál nummar 27 í Betrideildini 2021.
Tað er met fyri eitt kappingarár. Gamla metið átti Klæmint A. Olsen hjá NSÍ við 26 málum í Betrideildini, kappingarárið í 2019.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra heimildarmannin hjá FM1, Eyðun Samuelsen greiða frá løtuni tá Mikkel Dahl skrivaði føroyska fótbóltssøgu, og vísti fyri áskoðarafjølduni eina T-skjúrtu innanfyri troyggjuna við áskriftini: "27".











