FM1: Málini, dystarendin og samanumtøka: Ísrael-Føroyar 3-2 (1-0)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum, VAR-dómum, dystarendanum, og hoyr Trónd taka samanum avrikið

Klæmint A. Olsen í heimadystinum móti Ísrael

Klæmint A. Olsen í heimadystinum móti Ísrael

##med2##

 

Tað byrjaði at síggja svart út, vit vóru aftanfyri 0-2, men so syrgdi innskifti Klæmint A. Olsen, fyrst við einum uppleggi til Sølva Vatnhamar, og síðani við einum máli sjálvur at javna til 2-2, og so sá alt gott út. Tveir minuttir seinni duttu vit úr barónaseingini hjá Jeppa, tá Ísrael skoraði sigursmálið til 3-2. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum, VAR-dómunum og dystarendanum. Hoyr Trónd taka stutt samanum enn eitt rættiliga gott leikligt avrik, har vit aftur gjørdist akkurát ov stuttir til at fáa eitt rimmar úrslit.

 

Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)

 

1-0: Munas Dabbur br 30.

 

2-0: Shon Weissman 58.

 

2-1: Sølvi Vatnhamar 62.

 

2-2: Klæmint A. Olsen 72.

 

3-2: Dor Peretz 74.

 

Dómarabólkur úr Fraklandi:

 

Føroyar: Gunnar Nielsen - René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad (Heri H. Mohr, 71.), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (Klæmint A. Olsen, 52.), Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen (Tróndur Jensen, 70.), Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen 80.) - Jóan Símun Edmundsson (Jóannes Bjartalíð, 80.)

 

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Heðin Hansen og Patrik Johannesen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Klæmint A. Olsen í heimadystinum móti Ísrael

Klæmint A. Olsen í heimadystinum móti Ísrael