##med2##
Tað er av álvara gerandisdagur aftur í HB, eftir at tað í síðstu viku bæði eydnaðist at vinna í landskappingini ímóti oddaliðnum KÍ, og tað eydnaðist at vinna seg í steypafinaluna. Í gjár spældi HB í Gøtu ímóti Víkingi. Hesi bæði liðini skulu í heyst spæla steypafinalu. Víkingur vann 1-0.
Hoyr málið og samrøður við Dion Splidt og Teit M. Gestsson við at trýsta á pílin undir høvðusmyndini
Einasti málskjútti var Dion Splidt, sum eftir fýra minuttir stýrdi bóltin í málið, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt innfyri úr vinstru. HB royndi og royndi, og heimaliðið vardi og lúrdi eftir møguleikanum at fara í kontra. HB hevði bóltin væl meiri, men tað kendist vandamiklari, tá ið Víkingur bjóðaði av í skjótum mótálopum.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 23 stig – trý færri enn oddaliðið KÍ – og at HB hevur 18 stig.
##ms##