FM1: Lars Olsen um liðið og um Norra

Landsliðsvenjarin hevur orðið undan landsdystinum í kvøld

##med2## 

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at Føroyar og Norra spæla EM-undankappingrdyst á Tórsvølli. FM1 byrjar at senda upptakt av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verða fleiri av norsku spælarunum í føroyskum fótbólti. Teirra millum Simen Sandmæl, ið hevur verið kanska besti spælarin í føroyskum fótbólti í ár.

Eftir tíðindafundin í gjár tosaði FM1 við føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen. Tá samrøðan verður gjørdi er liðið ikki sett, men Lars Olsen tosar um fleiri av avgerðunum, sum hann hevur tikið til í dag. Eitt nú um Rógva Baldvinsson og hví Klæmint A. Olsen byrjar inni aftur.

 ##med3##

Lars Olsen setir eisini orð á norska landsliðið, sum hevur ein øðrvísi spælistíl enn Spania. Tað skal liðið eisini fyrireika seg til. Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.

##med4##

Samrøða við Lars Olsen