FM1: Landsliðsvenjarin sá Mjølnir vinna 3-0 á Fleyr

(FM1) Hoyr samrøður við Thorvald Danielsen (Mjølnir). Suna Juul Pedersen (Fleyr) og Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjara

##med2##

Flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen var vitni til dystin í meistaradeildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík fyrr í dag.

Greiða oddaliðið, Mjølnir vann 3-0, men Fleyr var væl við í øðrum og triðja setti, ið vóru bara tapt við tveimum bóltum.

Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-18, 26-24 og 25-23)

Mjølnir er greitt á odda við 24 stigum. SÍ er nummar tvey við níggju stigum, Fleyr er nummar trý við átta stigum, og ÍF er aftast við sjey stigum. So stórur spenningur er um hvør fær seinna FM-finaluplássið.

Aftaná dystin bandaði Óli G. Samuelsen eina samrøðu við Thorvald Danielsen, veteran hjá Mjølni, Suna Juul Pedersen, venjara hjá Fleyr. Óli prátaði eisini við landsliðsvenjaran, Bárður Bendix Mikkelsen, ið var til dystin og hugdi eftir dystinum við landsliðsbrillunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.

(Samrøða: Bárður Bendix Mikkelsen, Thorvald Danielsen og Suni Juul Pedersen aftaná dystin millum Mjølnir og Fleyr, ið Mjølnir vann 3-0 (Mynd: Óli G. Samuelsen)