FM1: Korona hevur rakt kappingina í Pepsideildini

(FM1) Hoyr føroyska landsliðsmálverjan greiða frá hvussu tað er at fáa ein keðiligan steðg mitt í íslendsku kappingini

##med2##

Sambært kappingarskránni skal føroyinga-uppgerð verða í Pepsideildini komandi mikukvøld, har liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnusi Egilssyni, Valur skal spæla móti liðnum hjá Gunnari Nielsen, FH.

Men tað liggur alt í óvissuni orsaka av Korona.

FH hevur spælt átta dystir, og Korona hevur ikki verið so umfatandi, men nú er talið av smittaðum vaksið rættiliga nógv seinastu vikurnar, og tí er Pepsideildin fyribils steðgað.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Gunnar Nielsen fyrr í kvøld. 

Gunnar Nielsen veit ikki nær hann skal á vøllin aftur. Íslendska fótbóltssambandið sum er sera tíðarpressað ynskir, at liðini í Pepsideildini kunnu fara á vøllin aftur 5. august, men heilsumyndugleikarnir streingja á at fáa ein steðg til 15. august fyri at síggja hvussu støðan við Korona sær út.

Gunnar Nielsen er líka ørkymlaður sum allir aðrir spælarar í Pepsideildini. Hann minnir á, at fótbóltsspælarar ikki eru tól, ið bara kunnu tendrast og sløkkjast eftir vild. Og um venjingarnar verða avbrotnar í tíð og ótíð er tað alt annað enn gott fyri fótbóltsspælararnar. 

Gunnar Nielsen veit heldur ikki um teir í FH fáa vant sum vanligt, ella um teir aftur mugu fara og venja í smáum bólkum sum gjørt var í vár.

Gunnar Nielsen greiðir frá, at um ein meistari skal staðfestast í Pepsideildini, so mugu minst tveir triðingar av kappingini, also minst 15 av 22 dystum verða spældir áðrenn ein meistari kann verða staðfestur. Dregur kappingin ov langt út á árið við øllum grasvøllunum sum eru í Íslandi er sannlíkt, at øll tey seinastu umførini verða spæld í innandura fótbóltshallum. 

(Samrøða: Gunnar Nielsen)