FM1: Knudsen brøðurnir gjørdust munurin

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ fekk sítt sigursmál móti Skála, og hoyr Sorin Anghel, høvuðsvenjara hjá Skála og Allan K. Jepsen, høvuðsvenjara hjá NSÍ seta orð á dystin

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum NSÍ fekk í 1-0 sigrinum í fjórðingsfinaluni móti Skála við Løkin í Runavík. Aron Knudsen gjørdist sigursmálsskjútti aftaná gott upplegg frá beiggjanum, Peturi Knudsen. Sonni L. Petersen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá FM1.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel sum heldur, at hansara menn stríddust manniliga, men NSÍ hevur effektivari spælarar, og tað gjørdist munurin. Nú ætlar Sorin at arbeiða hart fyri at fáa Skála upp aftur í Betrideildina í 2022.

3) Hoyr drúgvaru samrøðuna Tróndur gjørdi við nýggja NSÍ-høvuðsvenjaran, Allan K. Jepsen, ið er jaliga yvirrraskaður av fótbóltinum og umstøðunum í Runavík. Allan K. Jepsen heldur tó ikki, hóast hann er fegin um sigurin á Skála, at talan var um tann besta fótbóltsdystin í kvøld. 

(NSÍ-Skála 1-0 (0-0). Hoyr sigursmálið og samrøður