FM1: KÍ fer at koyra við fullari skrúvu komandi umførini

(FM1) Hoyr samrøðu við Agnar Prestá, hjálparvenjara hjá KÍ

##med2##

 

KÍ – HB 1-0 (0-0)

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen (53.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við hjálparvenjaran hjá KÍ, Agnar Prestá.

 

Agnar fegnast um serliga avrikið í seinna hálvleiki í dag, og fegnast eisini um, at KÍ hevur megnað at vunnið níggju av níggju stigum móti HB hetta kappingarárið. Nakað sum ikki er hent áður.

 

Agnar slær fast, at teir í KÍ fara beinhart eftir metunum, og tí ræður at halda dampin uppi líka til steypafinalan móti Víkingi er avgreidd. 

 

KÍ hevur nú 71 stig. Tað eru tvey stig færri enn tey 73 stigini, sum HB setti FM met við í 2018.

 

Klaksvíkingar dyrgja eisini eftir tveimum øðrum metum.

 

Annað er, at tað skal eydnast at spæla 27 landskappingardystir í einum ári uttan at tapa.

 

Triðja metið er, at tað skal eydnast at spæla 27 landskappingardystir og at færri mál fara ígjøgnum, enn tað nakrantíð eru farin ígjøgnum hjá nøkrum liði, síðani landskappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør. Tað eru sjey mál farin ígjøgnum hjá KÍ, sum í fjør setti met, tá ið 12 mál fóru ígjøgnum.

 

Samrøða: Agnar Prestá

Samrøða: Agnar Prestá