##med2##
Nýggi fyribils høvuðsvenjarin hjá HB, Kevin Schindler fekk eina góða byrjan sum høvuðsvenjari hjá HB við 6-0 stórsigri á B68 á Svangaskarði, um enn talan var um ein dyst móti einum B68-liðum sum var langt frá sínari sterkastu uppstilling.
B68-HB 0-6 (0-2)
0-1 Daniel Johansen br. (18.)
0-2 Mikkel Dahl (28.)
0-3 Stefan Radosavljevic (59.)
0-4 Mikkel Dahl (67.)
0-5 Stefan Radosavljevic (73.)
0-6 Áki D. Samuelsen (76.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum seks málunum HB skoraði móti B68.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen sum staðfesti ein sera torføran málsetning við einum skerdum liði.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við fyribils høvuðsvenjaran hjá HB, Kevin Schindler sum var fegin um góðu byrjanina og stóra sigurin hann fekk í fyrsta dystinum sum høvuðsvenjari. Kevin Schindler vildi ikki lata lokinum upp fyri um talan verður um eitt fast starv árið út sum høvuðsvenjari hjá HB.