##med2##
StÍF vann sera avgerandi dystin móti VÍF í kapprenningini millum StÍF, VÍF og VB um fjórða plássið í SMS-deildini, ið gevur rættin til at spæla í FM-hálvfinaluni.
StÍF vann 22-19. VÍF kom á odda 2-0, men so fekk StÍF eina fantastiska gongd og vendi 0-2 til 12-2 til StÍF. Í steðginum var StÍF á odda 13-5. Í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá VÍF, men skaðin sum var gjørdur í fyrra hálvleiki var ov stórur, og nærri enn tvey mál komu vestmannakvinnur ikki. Momoko Nakamoru, ið slapp at spæla sín fyrsta dyst fyri StÍF í málinum var sera eyðsýnd við nógvum bjargingum, og tað var avgerandi.
Neistin vann stórsigur á VB í Havn, og í Klaksvík vann Kyndil greiðan sigur á Stjørnuni.
VÍF-StíF 19-22 (5-13)
Toppskjúttar VÍF: Ingibjørg Olsen 8, Liljan Müller 3.
Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 10, Emmy Kass 5, Yuika Kurimoto 4.
Stjørnan-Kyndil 20-26 (11-12)
Toppskjúttar Stjørnan: Katrin Bertholdsen 5, Tóra Eliasen 5, Julia Nalivko 5.
Toppskjúttar Kyndil: Bára K. Hansen 8, Turið Arge Samuelsen 5, Nadja Pevovic 4, Bára K. Hansen 4.
Neistin-VB 32-17 (14-8)
Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 9, Ingunn Kristina Persson 7, Frida Jacobsen 5.
Toppskjúttar VB: Vladana Lazendic 4, Durita K. Hjelm 4, Laila Jespersen 3, Gurið Augustinussen 3.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinasta minuttinum av dystinum millum VÍF og StíF. Ingi Olsen og Áki Egilsnes vóru viðmerkjarar til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Agnas Olsen, ið skoraði tvey mál í dag. Agnas ásannar, at tað sá ikki gott í fyrra hálvleiki, og tær í VÍF mugu venja harðari fyri at vinna fjórða plássið frá StÍF.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Karinu Berg Høgnesen hjá StÍF, ið slær fast, at talan er um eina ótrúliga góða kenslu hjá StÍF at hava vunnið seg upp á fjórða plássið. Nú fara tær at stríðast fyri at varðveita fjórða plássið og fyri at gera ein vørr í steypakappingini.
##med3##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| KYNDIL | 13 | 367 | 269 | 98 | 22 |
| H71 | 12 | 355 | 312 | 43 | 19 |
| NEISTIN | 13 | 387 | 304 | 83 | 18 |
| STÍF | 13 | 366 | 378 | -12 | 11 |
| VÍF | 13 | 336 | 356 | -20 | 10 |
| VB | 13 | 306 | 395 | -89 | 8 |
| STJØRNAN | 13 | 307 | 410 | -103 | 2 |













