FM1: KÍF-Neistin í kvøld og Neistin-H71 mikukvøldið

Mansdysturin KÍF-Neistin byrjar í kvøld klokkan 20 og kvinnudysturin Neistin-H71 byrjar mikukvøldið klokkan 18.30

Tveir hondbóltsdystir verða leiktir mitt í viku hesa vikuna, og FM1 sigur frá báðum.

 

Í kvøld klokkan 20 verður dystur í Okkara-deildini millum KÍF og Neistan í høllini í Kollafirði. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, og Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Mikukvøldið klokkan 18.30 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi í Havn. Sophus Dahl Christiansen verður viðmerkjari.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo aftaná dystarlok.