##med2##
Kollfirðingar eru í einari góðari gongd í Okkaradeildini, og í dag vann KÍF tann dystin kollfirðingar mest av øllum vilja vinna, óannsæð hvar teir liggja á stigatalvuni.
KÍF vann ein tryggan 23-18 sigur á VÍF. Í steðginum var KÍF á odda 13-8.
Málverjin hjá KÍF, Joakim Jürs sum júst hevur longt sáttmálan við KÍF við einum kappingarári stórspældi í málinum og gjørdi sítt til, at KÍF er væl og virðiliga inni í stríðnum at enda millum fýra tey ovastu liðini í grundspælinum í Okkaradeildini.
Andreas F. Hansen, venjari hjá KÍF er framúr væl nøgdur við avrikið og hugburðin í dag, og ikki minst, at kollfirðingar sjálvir kunnu avgera sína lagnu.
Hjalmar K. Olsen staðfestir eitt minni gott avrik hjá VÍF í dag, og nú er eitt ávíst trýst á vestmenningum sum taka móti greiða oddaliðnum, H71 komandi mikukvøld klokkan 20. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við venjararnar, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF).
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 14 | 403 | 327 | 76 | 24 |
NEISTIN | 15 | 405 | 363 | 42 | 18 |
VÍF | 15 | 417 | 388 | 29 | 18 |
KÍF | 15 | 393 | 361 | 32 | 17 |
STÍF | 15 | 417 | 426 | -9 | 17 |
KYNDIL | 14 | 358 | 377 | -19 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 14 | 288 | 439 | -151 | 0 |