FM1: Javnleikurin gagnast EB/Streymi betri enn Víkingi

(FM1) Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Árna G. Olsen hjá EB/Streymi og Arnbjørn Svensson hjá Vìkingi aftaná 1-1 í Hólmanum á Eiði

##med2##

 

Leingi var Víkingur á sigurskós móti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Símuni Sólheim at tryggja EB/Streymi eina stigið, ið gevur sundalagsmonnum eina frástøðu uppá fýra stig niður til ÍF, ið spælir móti TB í morgin. 

 

Víkingur er á øðrum plássi við 44 stigum, 12 stig aftanfyri oddaliðið, KÍ. Hinvegin so helt Víkingur frástøðuna til triðja plássi, har B36 liggur við 35 stigum.

 

EB/Streymur-Víkingur 1-1 (0-0)

 

0-1 Andrias Lava Olsen (50.)

 

1-1 Símun Sólheim (90. +)

 

Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig orðið á Árna G. Olsen hjá EB/Streymi og Arnbjørn Svensson hjá Víkingi.

 

Árni er fegin um vunna stigið móti dystarenda, men hann heldur, at EB/Streymur fekk eitt alt ov lætt mál ímóti sær. 

 

Arnbjørn er vónbrotin um, at tað ikki bar til ein sigur hjá Víkingi. Hann skilti ikki hví dómarin var so íðin at deila kort út í eykatíðini, og heldur ikki, at Alex Troleis hevði tamarhald á støðuni.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar.