##med2##
- B68 er eitt fantastiskt felag, Bæði tey sum stýra felagnum, fólki rundanum felagi, leikararnir og ikki minst okkara ótrúligu fjepparar. Orðini eigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68 sum var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Í sendingini fortaldi Jákup eisini um ferðina hjá B68 frá at liggja væl aftast við bert fimm stigum til at hava strítt seg uppum niðurflytingarstrikuna.
Jákup er greiður yvir, at dysturin klokkan 16 sunnudagin á Svangaskarði móti 07 Vestur er ein lykladystur, men samstundis ein gyltur møguleiki hjá B68 at vinna seg enn longur upp á stigatalvuni.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum B68 og 07 Vestur. FM1 sigur eisini beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og B36, ið byrjar klokkan 15.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina við Jákupi á Borg.