##med2##
Fyri aðru ferð í ár er B68 á veg úr Gundadali við ongum. Í fyrsta umfari endaði tað á ovara vølli í Gundadali við 4-1 tapi ímóti HB. Í dag endaði tað við 2-0 tapi ímóti B36.
B36 – B68 2-0 (1-0)
1-0: Bjarki C. Nielsen (8.)
2-0: Magnus Egilsson (76.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Petur Jákup Heinesen siga frá báðum málunum.
2) Hoyr Petur Jákup taka samanum dystin, ið samanumtikið var ein uppiborin heimasigur.
3) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg.
4) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.
- Sammett við tá ið vit vóru her í Gundadali og taptu 4-1 ímóti HB, so var avrikið væl betur í dag. Okkara spælarar arbeiddu og stríddust væl, men tíverri eydnaðist tað ikki at fáa mál. Vit trúgva uppá projektið, men tá ið man ikki skorar mál, so ber tað ikki til at vinna fótbóltsdystir, og tað mugu vit betra um, sigur B68 venjarin Jákup á Borg í samrøðuni við FM1.
- Hóast vit eftir gott álop í høgru skoraðu, so gekk tað nógv fyri seg eftir fyritreytunum hjá B68. Beint eftir steðgin hevði Bjarki C. Nielsen góðan møguleika at økja um munin, men av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin dygst omanfyri. Í stórum løtum runnu vit aftaná, men tíbetur eydnaðist tað við rimmarmáli Magnusi Egilsson at økja um leiðsluna, og vit eru væl nøgdir við 2-0 heimasigurin, sigur Dan Brimsvík í samrøðuni við FM1.