##med2##
Føroyar hava fyri fyrstu ferð tapt stórt fyri Ísrael, áður hevur talan verið um livilig tap og ein javnleik.
Føroyar – Ísrael 0-4 (0-2)
0-1: Eran Zahavi 12.
0-2: Eran Zahavi 44.
0-3: Munas Dabbur 52.
0-4: Eran Zahavi 93.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við:
1) Jákup B. Andreasen
2) Meinhard E. Olsen
3) Gilla R. Sørensen
##ms##
Føroysku landsliðsspælararnir eru samdir um, at talan var ikki um eitt nóg gott avrik í kvøld, og tað svíður eisini, at mistøk førdu til nøkur av ísraelsku málunum. Teir lova tó bót og bata til dystin móti Danmark leygarkvøldið klokkan 19.45. Á plusssíðuni fegnast spælararnir um góðu rammurnar á Tórsvølli, og teir fegnast um stuðulin frá Skansanum.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari. Hoyr Trónd og Jens Martin taka samanum dystin.