##med3##
Í gjár vóru tríggir dystir í Betri deildini hjá monnum. Í Gundadali hevði B36 vitjan av AB, og har livdi B36 eisini upp til leiklutin sum favorittur. Árni Frederiksberg legði heimaliðið á odda 1-0 longu í 5. minutti, og løtu seinni kom Jónas Tór Næs eisini á máltalvuna fyri fyrstu í sínari 116-dystir drúgvu leið í bestu føroysku deildini. Hann stútaði B36 á odda 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Hoyr frásøgn og samrøður við Jónas Tór Næs og Sorin Anghel við at trýsta á pílin undir myndini
Eitt gott korter inn í seinna hálvleik økti Ragnar Samuelsen til 3-0 til B36, men Bjarki C. Nielsen helt lív í einari lítlari AB-vón við at minka til 3-1 fimm minuttir seinni. Tættari kom AB ikki, og heldur hinvegin var tað Alex Mellemgaard, sum fáar minuttir fyri leiklok syrgdi fyri einum 4-1-sigri til B36, sum nú - í øllum førum fyribils - er á 2. plássi í Betrideildini.
##med2##
FM1 hevði beinleiðis frásøgn frá dystinum. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tey fimm málini, sum komu í dystinum. Aftaná eru samrøður við Sorin Anghel, venjara hjá AB, og óvanliga málskjúttan hjá B36, Jónas Tór Næs.
B36 - AB 4-1 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg, 5.
2-0: Jónas Tór Næs, 16.
3-0: Ragnar Samuelsen, 62.
3-1: Bjarki C. Nielsen, 68
4-1: Alex Mellemgaard, 85