##med2##
Aftaná minniliga 4-3 sigurin hjá B36 á Levadia Tallinn í Europa League undankappingardystinum á Tórsvølli fyrr í kvøld fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á tríggjar mans, ið áttu á hvør sín hátt ein avgerandi lut í minniliga sigrinum á Levadia Tallinn.
Tróndur Arge fekk orðið á Jákup á Borg, høvuðsvenjara, Sebastian Pingel sum skoraði bæði málini í vanligu leiktíðini, og eftir mangra tykki var besti maðurin hjá B36 í minniliga dystinum á Tórsvølli. Tróndur Arge fekk eisini orðið á sigurssmálsskjúttan hjá B36, Hannes Agnarsson sum av beinkinum og gjørdist stóra hetjan.
Jákup á Borg setti orð á fantastiska avrikið og stríðsandan hansara menn løgdu fyri dagin. Pingel greiddi frá kensluliga rutsjitúrin sum liðið fór ígjøgnum, og hvar hann og liðfelagarnir funnu orkuna til at venda dystinum. Hannes Agnarsson greiddi frá fantastiska 4-3 sigursmálinum.
Jákup, Pingel og Hannes eru meir hektaðir uppá, at B36 skal møta einum liði í komandi umfari, ið teir hava ein ítróttarligan møguleika ímóti, heldur enn at møta Tottenham ella AC Milan.
Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg, Sebastian Pingel og Hannes Agnarsson.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum sjey málunum, brenda brotssparkinum og dystarendanum. Rasmus Nolsøe var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.