FM1: Jákup hevur eina góða kenslu

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg seta orð á spennandi uppgávuna móti Levadia Tallinn í kvøld

##med2##

Klokkan 19 spælir B36 Europa League undankappingardyst móti Levadia Talinn úr Estlandi. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Til ber at hoyra dystarfrásøgnina HER.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøður hjá FM1 sum vóru gjørdar við Jákup á Borg fyrr í dag.

Jákup á Borg er vónríkur og hevur eina góða kenslu, men hann leggur dent á, at tað fer at krevja eitt framúr avrik at vinna seg víðari, men B36 er væl fyrireikað til spennandi uppgávuna á Tórsvølli. 

- Vit skulu tora at droyma stórt, sigur Jákup á Borg. 

Ymisku samrøðurnar við Jákup eru frá klokkan 12.10 og klokkan 16.15.

(Samrøður: Jákup á Borg um Europa League)