##med2##
Í annaðkvøld skal B36 spæla móti St Joseph’s av Gibraltar í undanumfarinum í Europa League. Liðið hjá B36 fór avstað longu mánamorgunin, og hevur fyrireikað seg á Gibraltar síðani.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Fyrsta samdøgrið fór við at sita á gistingarhúsinum og bíða eftir svarið upp á koronatestirnar. Tær vóru allar negativar og síðani hevur hópurin verið eina minni útferð fyrr í dag, og hevur síðani vant Victoria leikvøllinum, har dysturin verður spældur í annaðkvøld klokkan 17.30.
Eftir at ein persónur í leiðarahópinum hjá B36 fekk staðfest koronusmittuna, hevur hópurin verið testaður tríggjar ferðir Føroyum undan fráferð.. Seinasta ferðin var í morgunin fyri fráferð.
- Eg lúgvi, um eg ikki sigi at hetta hevur ávirkað okkara fyrireikingar. Vit valdu ikki at venja til vit høvdu tikið tvær koronaroyndir, so vit hava vant fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
##med3##
B36 hevur sent allan hópin við til Gibraltar. Hann heldur yvir tjúgu spælarar. Sostatt hevur B36 valt at ferðast tíðliga og hevur nógv fólk við.
- Vit eru nokk tað av fremstu feløgunum í Føroyum, sum hava lægst budget, so hetta er okkara máti at geva spælarunum nakað aftur. Fleiri av teimum koma kanska ikki at spæla, men teir eiga lut í Evropa-luttøkuni hjá okkum og hava gott av upplivingini. Vit vilja eisini sum felag fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tá vit skulu spæla í Evropa, sigur Jákup á Borg.
##med4##
B36 hevur verið í samráð við við Magna Mohr, professari í fysiologi og fysiskur venjari hjá A-landsliðnum. Hann hevur ráðgivið B36 um at fara heldure in dag fyrr enn seinni, tá tað er vandi fyri at skula spæla í fleiri enn 30 hitastigum. Tað tekur nakrar dagar hjá kroppinum at venja seg við hitan.
Í samrøðuni minnist Jákup á Borg eisini aftur á dystirnar móti St Joseph’s í 2018. Teir endaðu báðir 1-1, men B36 kom víðari við at vinna brotssparkskapping á Gibraltar. Talan bleiv um eitt ævintýr av einum summari, tí B36 kom eisini víðari móti Titograd og endaði við at spæla móti turkiska stórfelagnum, Besiktas.
##med5##
- Vit vóru betri enn St Joseph’s í Føroyum og skuldu havt vunnið við fleiri málum. Vit gera eisini eitt býtt brotsspark. Í útidystinum var nógv trýst á í seinna hálvleiki, men eg haldi ikki at málverjin hjá okkum hevði so nógvar bjargingar, minnist Jákup á Borg afturá.
Hann sigur at hópurin er væl fyri, at tað eru spælarar, sum dragast við smærri skaðar. Ein av teimum er Michal Przybylski, sum hevur havt trupulleikar við lærkrikanum. Tað verður um 30 hitastig, tá B36 hósdagin klokkan 16.30 (18.30 lokala tíð) á Victoria leikvøllinum á Gibraltar spælir móti St Joseph’s.
##med6##
Europa League undanumfar:
Hósdagin 20. august
B36-St Joseph’s (16.30)
NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1
Glentoran-HB (19.00)
Europa League 2. umfar:
B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn
Aberdeen – NSÍ/Barry Town United
Motherwell – HB/Glentorian
Champions League 1. umfar:
Fríggjadagin 19. august
KÍ-Slovan Bratislava (17.00) Beinleiðis á FM1
Champions League 2. umfar:
Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava