FM1: Jóhan Petur fekk fjórða sigurin á rað

(FM1) Hoyr Árna Gregersen og Teitur Joensen siga frá málunum í dystinum Víkingur-AB 4-1, og hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi seta orð á sigurin

##med2##

Víkingur vann í kvøld sjeynda sigurin á rað, og fjórða dystin á rað við Jóhan Petur Poulsen sum høvuðsvenjara.

Í kvøld vann Víkingur rættiliga tryggan 4-1 sigur á AB í Sarpugerði á heimavølli, har tað mesta av arbeiðnum var gjørt í fyrra hálvleiki tá Víkingur var á odda 3-0.

Víkingur – AB 4-1 (3-0)

1-0: Gunnar Vatnhamar (26.)

2-0: Sølvi Vatnhamar br. (39.)

3-0: Olaf Bárðarson (41.)

3-1: Hans Jákup Annfinsson (77.)

4-1: Sjálvmál (90. +)

Jóhan Petur Poulsen er sera væl nøgdur við, at tað liggur so væl fyri hjá hansara monnum við deyðbóltsstøður. Hann er tó minni nøgdur við seinna hálvleik, ið endaði við javnleiki 1-1.

Men nú bíða teir stóru dystirnir. Tann fyrsti verður HB á Tórsvølli aftaná landsliðssteðgin. Men Jóhan Petur gleðir seg til at spæla móti topp5-liðum nú.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Árna Gregersen og Teitur Joensen í frásøgnini hjá FM1 siga frá teimum fimm málunum.

2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Jóhan Petur Poulsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

 

 

 

(Víkingur-AB 4-1. Hoyr málini, og hoyr samrøðu við Jóhan Petur Poulsen)