FM1: Jóan Símun, evropeiskur toppfótbóltur og kurvabóltur í 10´aranum

Nýggja ítróttarsendingin "10´arin" verður á FM1 fyrrapartin millum klokkan 10 og 12

Fyrrapartin reika Óli J. Djurhuus og Petur Zachariassen fyri tí fyrstu ítróttarsendingini "10´arin", ið verður á FM1 hvønn mánadag fyrrapart millum klokkan 10 og 12. Ein stutt tíðindasending verður klokkan 11. 

Sendingin fer at viðgera heimligan ítrótt, føroyskar ítróttarútisetar og evropeiskan toppfótbólt, og annan ítrótt.

Samrøða verður við Jóan Símun Edmundsson sum stríðist ein harðan dyst fyri at vinna sær spælitíð aftur við Arminia Bielefeld í týsku Bundesliguni.

Tróndur Arge kemur á gátt fyri at tosa um gongdina í evropeiskum toppfótbólti, og so koma Johan Hentze og Niklas Olsen eisini á gátt at tosa um kurvabólt.

Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til nummar 559999.

Øll kunnu hoyra FM1 HER