##med2##
Sigursmálið hjá Uros Stojanov í 67. minutti gjørdist munurin millum ÍF og AB í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
Tað sum gjørdi ilt verri hjá AB var, at Niels Pauli B. Danielsen tryggjaði Skála javnleik 1-1 heilt móti dystarenda í dystinum móti EB/Streymi við Margáir. Hetta merkir, at nú eru AB og Skála jøvn í stigum, sjey stig hvør, men Skála er nú frammanfyri tí skálamenn hava betri málmun.
AB hevur minus 54 og Skála hevur minus 49. AB spælir útsettan dyst móti KÍ mikudagin klokkan 17. Leygardagin tekur AB móti EB/Streymi. Skála spælir á útivølli móti TB.
Eitt sum annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen og annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus og annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen halda ikki er heilt optimalt er, at dystirnir í teimum seinastu umførunum vera spældir ymiskar klokkutíðir.
AB byrjaði sín dyst klokkan 14.30, meðan Skála byrjaði sín dyst klokkan 17 vitandi um úrslitið hjá AB í Fuglafirði.