FM1 hoyrist nú í pørtum av Vágoynni

FM1 sendir av Prestlandi í Miðvági á FM 96,3 MHz

Fólk frá Sp/f 01.01.2014, sum eigur og rekur FM1 og VoxPop hava verið í Miðvági og sett ein sendara upp.

 

Miðvingar og sandavágsfólk kunnu gjøgnum lurtatóli røkka sendaran, ið sendir av Prestlandi í Miðvági á FM 96,3 MHz.

 

- Vit eru sera glaðir fyri at vit kunnu víðka um sendinetið, og vit fegnast um at FM1 nú kann hoyrast í Vágum, sigur Petur Zachariassen, stjóri á FM1. 

 

Petur greiðir frá, at FM1 fer at hava sendingar úr Vága Kommunu fýra mikudagar í august og í september. Fyrsta sendingin byrjar mikudagin 24. august. Sent verður millum klokkan 13 og 15, har Listastovan verður karmur um sendingarnar.

 

Eisini sendir FM1 frá Seinsummardegnum í Sandavági, leygardagin 27. august.

 

FM1 fer eisini at gera sendingar í Suðuroy. Byrjað verður komandi mikudag. Sent verður beinleiðis millum klokkan 13 og 17. 

 

Her eru tíddir (frekvensir) hjá FM1 og VoxPop:

 

 

Sendistøðir og frekvensir

 
 

FM1

 
 

VoxPop

 
 

Nólsoy

 
 

98,7

 
 

104,1

 
 

Brúnaskarð (Klaksvík)

 
 

88,7

 
 

90,7

 
 

Sornfelli

 
 

95,5

 
 

104,8

 
 

Krosslíð (FM1)

 
 

91,7

 
 

91,1

 
 

Høganes

 
 

93,9

 
 

93,1

 
 

Prestlandi (Miðvágur)

 
 

96,3

 
 

 

 
 

Varmakeldueiði

 
 

96,9

 
 

 

 
 

Tvøroyri

 
 

92,5

 
 

 

 
 

Vágur

 
 

93,5

 
 

91,4