##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Súna Olsen siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum í tí flotta sigrinum hjá Føroyum á Turkalandi í Nations League. Flottasta úrslitið undir tíðini hjá Håkan Ericson sum landsliðsvenjara.
Føroyar – Turkaland 2-1 (0-0)
1-0: Viljormur Davidsen 51.
2-0: Jóan Símun Edmundsson 59.
2-1: Serdar Gürler 89.
Dómari úr Ukraina: Serhiy Boiko
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 94.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 72.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Andrass Johansen, Hørður H. Askham, Heðin Hansen, Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen