FM1: Hoyr tey fimm málini hjá NSÍ og hattrick-skjúttan

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann enn ein stórsigur á ÍF, og hoyr málrevin, Klæmint A. Olsen seta orð á egið avrik og avrikið hjá liðnum

##med2##

ÍF hevur ikki fingið stig við úr Runavík í dysti í bestu mansdeildini síðani 2014, og fyribils eru ikki nógv tekin um, at tað hendir í 2020 heldur.

ÍF stóð seg tó væl í fyrra hálvleiki, tá NSÍ bert var á odda 1-0, men so fór Klæmint A. Olsen og restin av NSÍ álopsmaskinuni í gongd, og so var ÍF út fyri stórtapi 0-5 við Løkin í Runavík fyrr í kvøld. 

NSÍ-ÍF 5-0 (1-0)

Klæmint A. Olsen 1-0 (8.)
Klæmint A. Olsen 2-0 (51.)
Mórits Heini Mortensen 3-0 (56.)
Klæmint A. Olsen 4-0 (60.)
Betuel Hansen 5-0 (75.)

Klæmint A. Olsen var glaður fyri avrikið hjá NSÍ, serliga í seinna hálvleiki. Og aftaná tveir dystir við málturki er Klæmint A. Olsen glaður at fáa gongd á málskjótingina aftur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum hjá NSÍ. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Sonni L. Petersen.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. 

##ms##

(NSÍ-ÍF 5-0, hoyr málini og hoyr samrøðu við Klæmint A. Olsen)