FM1: Hoyr Stefan og Atla Gregersen seta orð á bragdið í Norðurmakedonia

(FM1) Sigursmálskjúttin og hjálparvenjarin hjá U21-landsliðnum vóru beinleiðis ígjøgnum á FM1 fyrr í kvøld

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 fyrr í kvøld gjørdi við sigursmálskjúttan, Stefan Radosavljevic og hjálparvenjaran, Atla Gregersen, ið báðir settu orð á eitt ótrúliga flott avrik hjá U21-landsliðnum, ið vann 1-0 á Norðurmakedonia í einum EM-undankappingardysti. 

 

FM1 sum fyrr í dag segði beinleiðis frá A-landsdystinum millum Liktinstein og Føroyar stáplaði eina spontana sending upp á beinini tá sigurin hjá U21-landsliðnum var veruleiki, har tað eydnaðist at fáa Stefan Radosavljevic og Atla Gregersen beinleiðis ígjøgnum.

 

Stefan setti orð á løtuna tá hann vann brotssparkið í 52. minutti og hvussu hann setti bóltin væl í netið dygst úti við stólpan. Stefan er sum liðskipari sera stoltur av avrikinum hjá sínum monnum, og nú gleðir hann seg at spæla ein avgerandi dyst um 2. plássið móti sínum gamla heimlandið, Serbia á heimavølli 7. juni.

 

Atli fann fram nógv góð lýsingarorð fyri at seta orð á enn eitt framúr gott avrik hjá U21-landsliðnum, ið ferð eftir ferð stendur eftir við framúr avrikum. Liðið fekk ikki tað bestu upptaktina til dystin í Norðurmakedonia, men hópurin hevur vunnið á øllum forðingum, og nú leggur Atli eina við at føroyingar mugu møta mannsterkir fyri at stuðla liðnum á heimavølli móti Serbia 7. juni. 

 

Frakland er nummar eitt í bólki H við 19 stigum, Serbia hevur 11 stig og Føroyar hava níggju stig. Ukraina dettir helst úr kappingini. 

 

Norðurmakedonia – Føroyar 0-1 (0-0)

 

U-21 EM undankappingardystur

 

Á National Arena Todor Proeski í Skojpe

 

0-1: Stefan Radosavljevic br

 

Føroyar: Bergur á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Andrass Johansen, Lukas Giessing – Stefan Radosavljevic – Steffan A. Lølin

 

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Bjarti Vitalis Mørk, Martin Agnarsson, Jonn Johannesen, Heini Sørensen, Elias Rusborg, Noah Mneney, Jørgen Nielsen, Ragnar Skála

 

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen