FM1: Hoyr sigursmálið hjá HB, sigursmálsskjúttan og høvuðsvenjaran

(FM1) Hoyr Bartal Wardum og Dalibor Savic seta orð á 1-0 sigurin hjá HB á Newtown

##med2##

 

HB vann 1-0 á waliska liðnum, Newtown í fyrra Europa Conference League undankappingardystinum á ovara vølli í Gundadali. Við góðum stúti aftaná hornaspark syrgdi Bartal Wardum fyri, at HB hevur ein lítlan fyrimun undan returdystinum í Wales um eina viku.

 

HB-Newtown 1-0 (0-0)

 

1-0 Bartal Wardum (66.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Símun Samuelsen siga frá sigursmálinum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálsskjúttan, Bartal Wardum sum heldur, at HB átti eisini at havt skorað í fyrra hálvleiki og tryggjað sær eitt enn betri útgangsstøðið til seinna dystin.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Dalibor Savic, ið heldur, at hevði HB heldur havt vindin undan í seinna hálvleiki kundi sigurin verið størri. Dalibor er tó vónríkur um, at HB kann standa seg í útidystinum í Wales um eina viku. 

 

4) Hoyr Trónd og Símun taka samanum dystin, ið HB vann uppiborið, men ein 2-0 sigur átti HB at havt knógvað heim undan torførari umstøðum á útivølli. 

 

HB-Newtown 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Bartal Wardum og Dalibor Savic.

HB-Newtown 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Bartal Wardum og Dalibor Savic.