FM1: Hoyr hvussu HB vann stórsteypið og hoyr høvuðsvenjaran

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá teimum fýra málunum, og hoyr Jonas Dal Andersen seta orð á sín fyrsta almenna sigur við HB

##med2##

HB er stórsteypavinnari fyri fjórðu ferð í søgu felagsins.

Hetta gjørdist veruleiki aftaná, at verandi greipuvinnarar vunnu 3-1 á NSÍ á Tórsvølli.

HB - NSÍ 3-1 (2-1)

0-1: Klæmint A. Olsen (26.)

1-1: Michal Przybylski (30.)

2-1: Hilmar Leon Jakobsen (32.)

3-1: Michal Przybylski (62.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sera væl nøgdan høvuðsvenjara hjá HB, Jonas Dal Andersen, ið serliga er fegin um avrikið hjá Michal Przybylski, ið skoraði tvey mál í dag. Jonas Dal Andersen heldur, at liðið er klárt til at fara í holt við kappingarárið at verja FM-gullið, men skaðin Heðin Hansen fekk í dag er ein strika í rokningini: - -Heðin Hansen verður neyvan tøkur aftur fyrr enn um fýra ella fimm vikur. Talan er um vøddaskaða í lærinum, og tað er sjálvandi sera harmuligt, segði Jonas Dal Andersen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Allan K. Jepsen, og samanumtøkuna hjá Teiti Joensen. 

(Hoyr málini HB-NSÍ 3-1, og samrøðu við Jonas Dal Andersen)