##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri hoyrist sendingin Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin í dag.
Gestir hjá Tróndi Arge vóru:
1) Håkan Ericson, landsliðsvenjari um hópin móti Eysturríki.
2) Viljormur Davidsen um løgnu koronu-hendingina har hann endaði í sóttarhaldi, og mátti fara avstað uttan at sleppa at spæla móti Ísrael, Danmark og Moldova, og stríðið hann hevði til fánýtis at sannføra heilsumyndugleikarnar.
3) Samrøða við formannin í Skansanum, Jóhan Ásmundsson um tað stóra vælgerandi tiltakið, ið verður týsdagin seinnapartin frá klokkan 14, har Skansin og The Tartan Army fara at spæla ein vælgerandi dyst.
4) Samrøða við Andrias Edmundsson, verjuskansa á U21-landsliðnum.
5) Samrøða við Gunnar Vatnhamar, landsliðsspælara.
6) Samrøða við Hannes Agnarsson, nýúttiknan landsliðsspælara.
7) Samrøða við Hall Hansson, ið enn ikki hevur funnið eitt nýtt felag.
FM1 sendir upptakt við søguligum og nútíðarligum tilfari frá klokkan 15 í morgin, og sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum Føroyar-Eysturríki, ið byrjar klokkan 19.45. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo