Kappingarárini í SMS- og OKKARAdeildunum byrjaði farna vikuskiftið, og á FM1 byrjar kappingarárið í dag klokkan 15.00.
Fasta sendingi Sportboxin á FM1, er nú tveir tímar, har tann fyrri snýr seg um hondbólt.
Hondbóltstímin í dag verður merktur av at kvinnulandsliðið spælir ímóti Póllandi mikukvøldið og síðani ímóti Rumenia sunnudagin eftir. Eisini verður tikið fatur í tær tríggjar kappingarnar, ið U17-dreingir, U17 gentir og U19 gentir luttóku í hetta summarið.
Fastur táttur í hondbóltstímanum í vetur verður vikan, ið fór og komandi vikan í føroyskum hondbólti, og so verður eisini í dag.
Serfrøðingar í dag verða Viviann Petersen, landsliðsmálverji, ið ikki spælir fyribils vegna gleðilig tíðindi og ungu, men royndu venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen, ið serliga gjørdust víðagitnir sum eftir at teir vandu U17-landsliðið hjá drongjum, sum vann European Open í summar.
Lurtarar kunnu spyrja serfrøðingarnar spurningar við at senda eini tekstboð á telefon 559999
Hondbóltstímin verður í Sportboxini hvønn fríggjadag klokkan 15.00 áðrenn fótbóltstíman klokkan 16.00 - Í dag sjálvandi merkt at steypafinaludegnum í morgin.











