Í Sportboxini, sum aftur hesa vikuna verður send hósdag frá klokkan 15 til 17, verður HM-radio og upptakt til Europa League dystirnar hjá B36 og KÍ. B36 spælir klokkan 17, men FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum KÍ og Birkirkara.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Í fyrra tímanum kemur fyrrverandi altjóða dómarin, Petur Reinert, á vitjan hjá FM1. Serligur dentur verður lagdur á VAR, sum er dómarahjálp við video. Hetta hevur verið eitt umstrítt íkast til HM-endaspælið í Russlandi.
Í seinna tímanum kemur millum annað Jákup Ósá, ítróttarskrivari, á vitjan. KÍ skal klokkan 19 spæla móti Birkirkara av Malta. Jákup Ósá var til staðar á Malta til dystin. Hann kemur at siga sína hugsan um avrikið og møguleikarnar hjá KÍ.
Til ber at luttaka í sendingini við at senda spurningar ella viðmerkingar inn á 559999. Til ber eisini at vinna ein brasilska landsliðstroyggju við at sms’a nýggja navnið hjá útvarpsstøðini inn á 559999. Sendingin byrjar klokkan 15. FM1 sendir beinleiðis úr Gundadali frá klokkan 18, meðan dysturin millum KÍ og Birkirkara byrjar klokkan 19.