FM1: HB-venjarin vil hava klókar og hart arbeiðandi spælarar

(FM1) Nýggi høvuðsvenjarin hjá HB er ikki so kontantur í orð og talu sum tann undanfarni, men til venjingar og á vøllinum setir hann stór krøv

##med2##

Gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag var nýggi høvuðsvenjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen.

Jonas Dal Andersen er ikki so kontantur í orð og talu sum dugnaligi undanmaðurin, Jens Berthel Askou, men hann slær fast, at tað blíða skinnið eigur ikki at lumpa nakran, tí til venjingar og á vøllinum er hann ein venjari sum krevur nógv av sínum spælarum.

- Eg vil hava klókar spælarar sum duga at arbeiða í tríhyrningsøkjum á vøllinum, sigur Jonas Dal Andersen, ið hellir mest til 4-3-3 spæliskipanina, ið tó kann broytast til 4-5-1 ella 4-4-1-1 um brúk er fyri tí.

Fyri Jonas Dal Andersen hevur tað størst týdning at HB endurvinnur FM-gullið, men hann vil ógvuliga gjarna standa við einum góðum avriki í Evropa komandi summar.

Í byrjanini var eisini nortið við yrkisleiðina higartil hjá Jonasi Dal Andersen, bæði sum spælara og sum venjara.

Jonas Dal Andersen fekk eisini nakrar viðkomandi spurningar frá lurtarunum hjá FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

(Fótbóltspanelið á FM1 12. februar 2021. Gestur: Jonas Dal Andersen)