FM1: HB-NSÍ klokkan 15, AB-TB klokkan 17 og B36-ÍF klokkan 18

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá trimum dystum í Betrideildini á FM1 í morgin

Seinnapartin og í kvøld vera fimm dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.

FM1 sigur frá trimum av teimum fimm dystunum.

Klokkan 15: HB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

                   Víkingur-EB/Streymur (Árni Gregersen er heimildarmaður hjá FM1)

                   Skála-KÍ

Klokkan 17: AB-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 18: B36-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Sendingin byrjar klokkan 14 við at "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum verður endursent. Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.