FM1: Haraldur heldur Skála átti at fingið stig

(FM1) Hoyr Harald Reinert Højgaard hjá Skála seta orð á tepra 0-1 ósigurin móti NSÍ við Løkin í Runavík

##med2##

Skála er framvegis aftast í Betrideildini við bert einum stigi, men leikliga stóð Skála seg somikið væl móti NSÍ á útivølli í kvøld, at tað kann tykjast sera margháttligt, at tað eru 31 stig á muni millum liðini, har NSÍ er oddalið við 32 stigum og Skála er aftast í Betrideildini við bert einum stigi.

NSÍ vann ein tepran 1-0 sigur við einum góðum máli Steffan Løkin skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

Haraldur Reinert Højgaard hjá Skála heldur avgjørt, at Skála burdi fingið bæði mál og stig burturúr kommunalu grannauppgerðini við Løkin í Runavík í kvøld. Haraldur er tó við gott mót, at Skála fer at fáa stig móti EB/Streymi komandi mánakvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður Hildarson Hoydal gjørdi við Harald Reinert Højgaard. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá sigursmálinum hjá Steffani Løkin, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við sigursmálskjúttanum. 

(Samrøða: Haraldur Reinert Højgaard)