FM1: Hans Pauli Samuelsen er gestur

Eftir 17 ár og fimm FM-heiti hevur Hans Pauli valt at gevst sum fótbóltsspælari

Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verður Hans Pauli Samuelsen gestur í seinna tímanum, sum hevur heitið Fótbóltspanelið.

 

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

 

Eftir 17 ár og fimm FM-heiti hevur Hans Pauli Samuelsen lagt gaggurnar á hillina. Hann er uppvaksin í EB/Streymi, men hevur eisini vunnið FM við bæði B36 og Víkingi. Hann er tiltikin góður á bóltinum og hevur bæði skorað og lagt upp til nógv mál.

 

- Fyri meg hevur Hans Pauli Samuelsen verið nakað heilt serligt. Tann serligi teknikkurin, tey kviku trekkini, tað óvanliga eygað fyri tí kreativu sendingini. Fyri meg er HANN tann stóri estetikarin í føroyskum fótbólti hesa øldina. Leikarin, sum altíð sá framrættaðar møguleikar, líka mikið hvussu nógvar leikarar mótstøðuliðið so hevði aftan fyri bóltin. Hann var ein, sum vildi skapa, og hann gjørdi tað við hegni, snildi og ótrúligum hugflogi, skrivaði Teitur Joensen, tá Hans Pauli Samuelsen hevði spælt sín seinasta dyst.

 

Í fyrra tímanum verður bæði flogbóltur og hondbóltur á skránni. Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, verður gestur. Hartil verður tosað við bæði Inga Olsen, landsliðsvenjara hjá manslandsliðnum í hondbólti, og Sonni Larsen, ið er føroyskur landsliðsvenjari. Føroyar og Grønland spæla tveir venjingalandsdystir um vikuskiftið.