##med2##
NSÍ kom aftur á sigursslóðina í Betrideildini við at vinna 1-0 á ÍF í Fuglafirði í kvøld.
Nýggi maðurin hjá NSÍ, Jesper Christjansen skoraði sigursmálið tá ein hálvur tími var spældur av dystinum.
ÍF – NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: Jesper Christjansen 30.
FM1 hevði Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen, og høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl ígjøgnum til eitt telefonprát um dystin. Sigast má, at teir høvdu ikki heilt somu uppliving av dystinum.
Hans Jørgen Djurhuus heldur, at ÍF hevði uppiborið at vunnið dystin, men tók ikki av. Glenn Ståhl staðfestir, at hann og Hans Jørgen hava ikki upplivað sama dyst. Hjá Glenn er eingin ivi um, at NSÍ var tað betra liðið og hevði fleiri málmøguleikar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu ymiskt Hans Jørgen Djurhuus og Glenn Ståhl upplivdu dystin í Fuglafirði.
##med3##