##med2##
Føroyska A-landsliðið hevur á døgurða í dag havt sína aðru venjing undir leiðslu av Håkani Ericson, nýggjur landsliðsvenjari. Hetta er ein stór broyting fyri Hall Hansson, sum eisini hevur fingið nýggja venjara í AC Horsens, har Bo Henriksen er givin.
- Eg eri kanska eitt sindur skúlatroyttur nú, tí eg havi fyrst fingið ein nýggjan venjara í AC Horsens, sum hevur nógv hugskot, og vit hava her í Håkan eisini fingið ein nýggjan venjara, ið eisini hevur nógv nýtt at koma við, sigur Hallur Hansson.
Tað ávirkar gerandisdagin, at spælarar ikki vera saman upp á saman máta, sum teir plaga. Tað eru strong krøv um atburð og frástøðu, men tað er okkurt, sum nú ikki er so galið.
- Nú hava vit so einakamar og tað er ikki so galið, tí nú sleppi eg frá at lukta upp á súra gaggir hjá onkrum øðrum, sigur Hallur Hansson við einum brosi.
Miðvallarin gleðir seg til nýggjar tíðir á bæði landsliðnum og AC Horsens. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum millum Føroyar og Malta í Nations League, sum verður hóskvøldið klokkan 19.45.
##ms##











