##med2##
Føroyska liðið sá ikki gott út við 1-0 og við 2-0 málið hjá Danmark í Parkini, men liðið stríddist væl allan dystin, og so megnaði liðið at fáa spenning í dystin og gerast fyrsta liðið at skora móti Danmark í hesari undankappingini. Tað var ikki alt jaligt, men tað jaliga taldi væl upp tá gjørt verður upp aftaná 1-3 tapið fyri suverenu donsku bólkavinnarunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum, risamøguleikanum hjá Klæminti og dystarendanum. Agnar Prestá frá portal.fo var viðmerkjari.
2) Hoyr Trónd og Agnar taka samanum eitt samanlagt gott føroyskt avrik, ið tó hevði nøkur lýti.
3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi aftaná dystin við André Olsen, fótbóltsviðmerkjara sum eisini iðrar seg um bílig donsk mál, men staðfestir nógv gott við føroyska avrikinum. André segði eisini nøkur orð um góða avrikið hjá U21-landsliðnum fyrr í dag.
Danmark 3-1 Føroyar
- 1-0: Andreas Skov Olsen (18')
- 2-0: Jacob Bruun Larsen (62')
- 2-1: Klæmint A. Olsen (89')
- 3-1: Joachim Mæhle (90+3')










