FM1: Håkan hevur valt 10 av sínum 11

Tað er bara ivamál um eitt pláss og um Sølvi Vatnhamar verður klárur til dystin

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Leygarkvøldið spæla Føroyar móti Eysturríki í HM-undankappingini á Tórsvølli. Undan seinastu venjingin, sum verður á døgurða í dag, hevur Håkan Ericson avdúkað, at hann hevur sett næstan allar brikkarnar í putslispælinum, sum skal takast við eysturríkar.

 

Tað eru komnir nakrir skaðar, men fyri tað mesta hevur talan verið um spælarar, ið ikki hava fast seinastu dystirnar. Spælarar sum Heri H. Mohr, Andreas Lava Olsen, Daniel Johansen. Í fyrstu venjngini fekk Meinhard E. Olsen ein fipur og verður ikki við. Her leitar Håkan Ericson eftir eini samanseting til framrættaða spælið.

 

- Eg kann siga, at eg havi bestemmað meg til 10 av teimum 11 spælarunum. Sølvi Vatnhamar er ivasamur, men er hann klárur so spælir hann, sigur Håkan Ericson í samrøðu við FM1.

 

Í samrøðuni við FM1, sum var á Hotel Føroyum í gjár, tosar Håan Ericson eisini valið millum Hera Hjalt Mohr og Jóannes Kalsø Danielsen, um hvat spælararnir kunnu brúka frá sigrinum á Eysturríki í 1990 og hvussu hann sær dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi.

 

##ms##