FM1: Gott fyri TB at enda við einum sigri

(FM1) Hoyr eina stutta samrøðu við TB-venjaran, Michael L. Winther

##med2##

TB endaði kappingina í Betrideildini við einum 3-2 heimasigri á Skála. Hesin heimasigurin gjørdist lagnutungur fyri Skála, ið endaði á aftasta plássi, og má ti niður í 1. deild.

Tey fimm málini komu seinastu 20 minuttirnar. Filip Obadovic, Mark Kongstedt og Sebastian Kroner syrgdu fyri innan eitt korter, at TB kom á odda 3-0. Jóhan B. Johansen og Niels Pauli B. Danielsen svaraðu aftur fyri Skála, men tíðin rann undan fyri Skála, og TB vann 3-2.

Fyri høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther hevði tað stóran týdning at enda kappingina við einum sigri. Michael gevur nú spælarunum frí í tríggjar dagar, og so verður farið í holt við at fyrireika seg til fjórðingsfinaluna móti Víkingi í kappingini um løgmanssteypið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther. 

(Samrøða: Michael L. Winther)