##med2##
Seinnapartin hevur FM1 sent "Gullradio" á 14. sinni í søguni hjá FM1/Rás2.
Annan senditíman var reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig staddur í HB-húsinum.
Har fekk Petur Asbjørn eitt hugfarsligt prát við HB-spælararnar, Dan í Soylu, Pætur J. Petersen, Heðin Hansen og Teit Matras Gestsson. Prátað var eisini við liðleiðaran, Dan Nielsen.
Teir fimm nýttu eisini høvið, umframt at reypa eitt sindur, eisini møguleikan at skjóta eitt sindur til hvønn annan.
Lurtararnir hjá FM1 sendu eisini spurningar inn til teir fimm HB-arnar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum var sagt beinleiðis í HB-húsinum í Gullradio hjá FM1.
HER ber til at hoyra eina ljóðkavalkadu við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá teimum 26 dystunum HB hevur leikt í Betrideildini í ár.
HER ber til at hoyra triðja senditíman í Gullradio, ið var Fótbóltspanelið. Gestir vóru Teitur Joensen, viðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum.
HER ber til at hoyra fjórða senditíman í Gullradio. Gestir vóru HB-veteranarnir, Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen.










