##med3##
AC Horsens og Hallur Hansson hava longt sáttmálan til 31. desember 2021. AC Horsens keypti føroyska landsliðsspælaran frá Vendsyssel fyri trimum árum síðani. Hann er við tíðini blivin ein lyklaspælari í felagnum.
- Eg hevði tilboð frá øðrum feløgunum, men tað er fleiri umstøður, ið eg ikki kann koma nærri inn á, sum gera at hetta er eitt gott val. Eg ætlaði bara framvegis at koma víðari til eitt størri felag, sigur Hallur Hansson við FM1 í dag.
Hann er saman við landsliðnum til venjing undan landsdystunum móti Spania og Norra, sum verða fríggjakvøldið og mánakvøldið.
##med2##
Bo fegin um Hall
-Tað sigur seg sjálvt, at vit vilja leingja við Hall Hansson. Hann er akkurát kosin til ársins spælara og hevði bara eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum. Vit eru errin av, at hann trýr so nógv upp á okkara projekt, at hann hevur longt sáttmálan við okkum, sigur Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens og leggur afturat:
-Hallur er ein dugnaligur spælari, sum er nærlagdur og gevur liðnum íblástur. Vit skulu í felag arbeiða fyri, at hann kann koma eitt fet víðari og gerast áhugaverdur fyri størri feløg. Hann hevur verið framúrskarandi fyri okkum, men eg eri ikki í iva um, at hann hevur evnini til meir, sigur Bo Henriksen.