FM1: Glentoran kendi sína vitjanartíð - tað gjørdi HB ikki

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou seta orð á skuffandi 0-1 tapið móti Glentoran FC ígjár

##med2##

HB hevur gjørt tað framúr væl í Betrideildini hetta kappingarárið, og teir høvdu fyrireikað seg væl til Europa League undankappingardystin móti Glentoran FC á útivølli í Belfast, men teir gjørdust sum onnur føroysk lið undan teimum, ov stuttir móti norðurírska liðnum sum vann 1-0.

M.a. vandu teir á grasvøllinum á Tórsbreyt undan ferðini til Belfast. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou í samrøðu við FM1 seta orð á stóra vónbrotið. 

(HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.)

Jens Berthel Askou og hansara menn høvdu avgjørt sett nøsina upp ímóti at HB skuldi vinna seg víðari, og tí er tað ein tung kensla teir sita við dagin eftir tepra tapið.

Glentoran FC fekk ein stóran málmøguleika, og teir tóku av. Tað gjørdi HB ikki. Heimaliðið kendi sína vitjanartíð, og tað gjørdi útiliðið ikki.

Jens Berthel Askou iðrar seg eisini um, at HB-verjan sum mangan hevur staðið væl hetta kappingarárið ikki fekk ruddað bóltin burtur tá Glentoran legði seg á odda 1-0.

Men HB ætlar sær skjótt uppá hestin aftur, og nú fara teir at fyrireika seg til stóru uppgávuna, útidystin móti KÍ, hóskvøldið 10. september. 

(Samrøða: Jens Berthel Askou um dystin móti Glentoran FC)