FM1: Fleiri nýggj nøvn á A-landsliðnum

FM1 hevur beinleiðis sending frá fyrstu A-landsliðsúttøkuni hjá Håkan Ericson, sum verður mánadagin klokkan 10

Í morgin, mánadagin 24. august klokkan 10:00, verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Malta og Andorra.

Hósdagin 3. september spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin 6. september spæla Andorra og Føroyar á Estadi Nacional í Andorra. Harafturat fer Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði 2. og 8. september.

FM1 hevur beinleiðis sending frá fundinum. Tað ljóðar í dag, at fleiri nýggj nøvn verða í hópinum, meðan spælarar sum Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson ikki eru tøkir vegna skaða og sjúku.