FM1 fer at senda úr Hvalvík

Eins og undanfarin ár, fer FM1 aftur at senda Bátaradio frá Bátahugnanum í Hvalvík í morgin, og sendingin byrjar klokkan 13.

 

Í morgin, tá bátahugni verður í Hvalvík, sum Sundalags Bátafelag skipar fyri, fer FM1 at senda beinleiðis frá tiltakinum. Bátaradio fer at hitta fólk í bátum, á havnalagnum, í tjaldinum og hugsandi eisini í kampingvognum.

Bátaradio byrjar klokkan 13, og umleið hálvan tíma seinni fer borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, at bjóða vælkomin á feltinum út fyri Selatrað, har allir bátar, sum verða við í siglingini norður á Hvalvík, savnast.

Hetta er ein hugnalig sending, har tað allar mesta er upp til tilvildina, hvørjar frásagnir verða at hoyra í FM1, meðan sent verður. Tað eru tey fólk, sum Bátaradio hittir á vegnum, ið koma at mynda sendingina, sum fer at vara í nakrar tímar.