FM1: Fegnir HB-veteranar vitjaðu Gullradio

(Gullradio á FM1) Hoyr fjórða og seinasta senditíman av Gullradio. Gestir vóru Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen

##med2##

Seinnapartin hevur FM1 sent "Gullradio" á 14. sinni í søguni hjá FM1/Rás2.

Gestir í fjórða og seinasta senditímanum í Gullradio vóru HB-veteranarnir, Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen.

Umframt at, teir tríggir veteranarnir settu góð orð á avrikið hjá FM-vinnarunum 2020 var eisini tíð til at minnast egin avrik fyrst í hesari øldini.

Nomið var eisini vónirnar fyri 2021, og Eyðun, Vagnur og Páll søgdu eisini hvønn teir halda er ársins spælari hjá HB í ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra fjórða senditíman, ið var í Gullradio á FM1 í dag. 

HER  ber til at hoyra eina ljóðkavalkadu við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá teimum 26 dystunum HB hevur leikt í Betrideildini í ár. 

HER  ber til at hoyra annan senditíman í Gullradio. Petur Asbjørn Lervig prátaði við HB-arar uppi í HB-húsinum í Gundadali. 

HER  ber til at hoyra triðja senditíman í Gullradio, ið var Fótbóltspanelið. Gestir vóru Teitur Joensen, viðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum. 

(Fjórði senditímin í Gullradio. Gestir Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen)